Grindaformaður: Royna at reka grindina til lands nú

- Men enn hevur ikki eydnast.

Gutti Guttesen, grindaformaður í Bø sigur við in.fo júst nú, at grindin sunnanfyri Mykines er lítil, tó tað er ringt at spáa um, júst hvussu stór hon er. 

 

 

Annars segði løgreglan, at tey høvdu fingið fráboðan um, at grindin var um 100 hvalir, men soleiðis er ikki - í øllum førum ikki at síggja til, sigur Gutti Guttesen. 

 

 

Júst nú fær hann einki meira sagt um støðuna, tí í skrivandi stund verður roynt at fáa grindina inn til Bíggjar. Sum skilst eru fleiri bátar komnir út til grindina, sum fyrst varð borin eyga við beint fyri klokkan 19.00 í kvøld. Enn hevur ikki eydnast at reka grindina til lands. 

 

 

In.fo fylgir málinum.