Einir 170 hval løgdu beinini á Syðrugøtusandi í morgun.
Tað var sjálvur grindaformaðurin, Martin Juul Jarnskor, sum saman við Andras Hansen fann grindina.
Andras koyrdi konuna til Gøtugjógv, tá hann ringdi til mín - hann helt seg síggja okkurt úti á víkini. Vit fóru í bátin og funnu grindina, greiðir Martin Juul Jarnskor frá.
Hann sigur eisini, at hetta var væntandi.
Vit hava sæð so nógvan bak á víkini seinastu tvær vikurnar. Tað hevur verið vársildin, og so er grindin komin aftaná, sigur Martin Juul Jarnskor.
Drápið gekk væl. Hóast grindin ikki gjørdi landgongd, so gekk væl at hála hvalirnar upp á sandi við nýggja sóknaronglinum, greiðir grindaformaðurin frá.
Vit hava talt oman fyri 150 nú, og eg haldi eini 20 munnu vera eftir, sigur hann.
Martin Juul Jarnskor veit ikki, hvussu grindin verður býtt. Bert 17 bátar vóru við í drápinum, og grindaformaðurin vónar, at gridin verður býtt til tær bygdirnar, sum vanliga ikki fáa grind so ofta, eitt nú Gjógv, Funningur og Hellurnar, sigur hann.
Finningarhvalurin er ein 25 skinshvalur, sum Martin Juul Jarnskor og Andras Hansen býta sínamillum.










