Grindadrápini eru fyrimyndarlig

Grindadrápini eru væl fyriskipað og fyrimyndarlig og eisini í fjør høvdu vit fleiri góð og fyrimyndarlig grindadráp.

Tað var boðskapurin frá Ólavi Sjúrðarberg á aðalfundinum hjá Grindamannafelagnum í gjár.

Tað er hann, sum er á myndini.

Hann sigur, at tey hoyra eisini tað sama frá útlendskum miðlafólkum, Grindamannafelagið hevur samband við.

Hann heldur ikki, at vit skulu hugsa so nógv um, hvat teir sokallaðu umhvørvisverndarbólkarnir siga og halda

- At vera ímóti grindadrápi, er bara ein lívsstílur fyri at fáa nakrar lættvunnar pengar til ein annaleiðis livihátt og lívsstíl.

Fólk frá hesum sokallaðu umhvørvisverndarfelagsskapunum hava verið her hetta seinasta árið.

- Vit taka altíð væl ímóti teimum, práta við tey, greiða teimum frá hvat vit gera og at vit hava rætt at veiða á sama hátt sum onnur aðrastaðni eisini eiga henda rætt.

Hinvegin ásannaði Ólavur Sjúrðarberg eisini, at viðhvørt kunnu ytru umstøður gera at ikki alt gongur sum ætlað.

- Tað hendi í hvalba í heyst, tá ið ein merkt grind skuldi fara avstað aftur, men ikki vildi út aftur.

- Vit skulu altíð vera vakin, eygleiða, lurta, gera viðmerkingar har tað krevst og tola viðmerkingar, eftirmeta og so gera tær neyðugu broytingarnar og ábøturnar, tað verið seg í grindareglugerðini ella á hvalvágini.

- Øll eru vit líka kedd og skelkað av, at soleiðis skuldi ganga og ikki minst tey, sum høvdu glett seg til enn fleiri vísindalig úrslit av, at nú kundu tveir merktir bólkar svimja sínar leiðir her í Norðurhøvum.

Men ikki gongst altíð, sum vit ætla og vóna. Tað, sum hendir aðrastaðni, at hvalir svimja seg upp á turt aftur, hendi eisini her hjá okkum henda dagin í Hvalba.

- Einki er so fullfíggjað at tað ikki tolir eina nýggja gjøgnumgongd og viðgerð, endurskoðan og tillaðingar.

Annars leggur formaðurin í Grindamannafelagnum dent á, at granskingararbeiðið kemur okkum aftur til góðar, soleiðis at vit kunnu gera arbeiðið í grind enn betri.

Tí eigur tað at halda fram.

Mangt og hvat er hent á grindaøkinum síðani seinasta aðalfund. Fyrst: vit hava havt nógv góð og fyrimyndarlig grindadráp í farna ári, og eisini eydnaðist tað okkum enn einaferð at merkja eina grind, hesaferð í Vági. Grindaárið var eitt hampiliga gott grindaár.

Annars fekk Grindamannafelagið ein nýggjan nevndarlim. Andras Joensen í Klaksvík tók ikki við afturvali og fyri hann varð Elmar Simonsen í Hvannasundi valdur í nevndina.

Annars eru nevdarlimirnir í Grindamannafelagnum hesir: Ólavur Sjúrðarberg, Leirvík, form. Regin Jespersen, Sørvágur, skrivari, Hans J. Hermansen, Tórshavn., kassameistari,

Hanus Højgaard, Tórshavn, Gutte Guttesen, Bøur, og Elmar Simonsen í Hvannasundi.