Grindadráp upp á eitt hægri stig

GRINDADRÁP Í Grindamannafelagnum hava teir einki ímóti, at tað nú verður kravt, at grindamenn skulu á skeið at fáa prógv í at drepa grind

- Vit hava einki ímóti, at tað verður eitt krav, at hereftir skulu allir grindamenn á skeið í at drepa grind.
Tað sigur Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum.
Grindamannafelagið hevur hevur havt høvi at siga sína hugsan, nú Jacob Vestergaard, landsstýrismaður ætlar at broyta mannagongdina í samband við grindarakstur og -dráp.
- Vit eiga alla tíðina at virka fyri at bøta um drápið fyri at fáa tað á eitt so høgt stig sum gjørligt, og hetta er eitt stig tann rætta vegin, heldur Ólavur Sjúrðarberg.

Grindamenn á skeið
Mest umstrídda broytingin, ætlanin nú er at seta í verk, er, at frá 1. mai 2015 sleppa eingir grindamenn í grind, uttan at teir hava verið á skeið og fingið prógv í at drepa grind.
Tað eru syslumenninir, sum skulu skipa fyri skeiðunum og eftir lokið skeið, skulu grindamenninir hava váttan frá sýslumanninum fyri, at teir hava verið á skeið.
Samstundis skulu sýslumaður og grindamenn kunna krevja, at menn, sum fara í grind, skulu vísa prógvið fram, áðrenn teir sleppa í drápið.
Á skeiðnum skulu grindamenn fáa kunning og upplæring um grindareiðskap, drápsháttin, deyðseykenni og lóggávuna um hvalaveiði.
Men formaðurin í Grindamannafelagnum heldur, at vit skulu sláa kalt vatn í blóðið, tí talan er ikki um at seta garvaðar grindamenn á skúlabonk í eina viku at læra, hvussu teir skulu fáa lívið av einum hvali.
- Vit hava als einki ímóti, at grindamenn fáa eina kunning um grindahval og um, hvat ansast skal eftir, tá ið hvalur skal avlívast.
- Men eitt skeið kann vera so mangt og í hesum føri er ikki ætlanin at grindamenn skulu á skúlabonk í fleiri dagar at læra seg at drepa grind.
- Í hesum føri verður talan um at skipa fyri einum kvøldi, har grindamenn fáa eina ástøðiliga kunning um grindahval og um, hvat ger seg galdandi, tá ið hann skal avlívast.
- Hetta verður ikki annað enn tað, sum varð gjørt í hvørjum kjallara fyrr í tíðini, tá ið tey eldru lærdu tey yngru at svevja og at fletta og tað heldur hann ikki, at nakar kann verða ímóti.
Eitt annað er so tað, at nú er ikki longur loyvt at svevja seyð, tí nú skal hann skjótast.

Nýggjur grindareiðskapur
Ein stór broyting í nýggju grindareglugerðini, er eisini, at nú verður tað ólógligt at brúka gamla sóknarongulin og grindaknívin.
Hereftir verður kravið, at tað verða tann nýggi blásturkrókurin og tann nýggi mønustingarin, sum skulu brúkast í grind og sum verður tann kravdi grindareiðskapurin.
Gamli grindakrókurin og knívurin kunnu bara brúkast í heilt serligum føri og bara eftir at sýslumaður, ella grindaformaður, hava givið loyvi til tað í hvørjum einstøkum føri.
Eisini tað eru broytingar, Grindamannafelagið tekur undir við, sigur Ólavur Sjúrðarberg.

LES EISINI: Vilja hava fleiri grindapláss