Grindadráp er í fullum samsvari við tey 17 heimsmálini hjá ST.
Hetta segði Poul Michelsen, landsstýrismaður í gjár, tá ið hann setti ársfundin hjá NAMMCO, sum hevur verið í Føroyum hesa vikuna.
NAMMCO er eitt samstarv um at verja, umsita og granska av havsúgdjór í Norðuratlantshavi og landsstýrismaðurin staðfesti, at Føroyar leggja stóran dent á at taka lut í arbeiðnum at umsita veiði í norðurhøvum, og í tí sambandi hevur nettupp NAMMCO ein serliga stóran týdning.
– Limalondini í NAMMCO eru samd um, at hvalur og kópur eru tilfeingi, ið kann, og eigur, at verða gagnnýtt burðardygt til frama fyri okkara fólk og búskap, segði Poul Michelsen.
Hann leggur afturat, at burðadygg veiða eftir kópi og hvalu, eru í fullum samsvari við ST-heimsmál nummar 14, ið er at “Varðveita og, á burðardyggan hátt, brúka høvini, allan sjógv og sjófeingi til burðadygg menning”.
Poul Michelsen heldur, at tað er eingin grund til at skilja ímillum, um virksemi er handilsligt, ella ikki. Vit skulu bara grunda okkara avgerðir á ta bestu ráðgevingina sum er til taks, og sum er bygd á gransking, heldur hann.
Hinvegin staðfetir hann, at veiðan eftir grind er næstan ikki handilslig yvirhøvur, og hon hevur ment til at vera ein rótgrógvin partur av føroyskari matmentan.
– Tó virða vit eisini rættin hjá øðrum at veiða og selja havsúgdjór, eisini á altjóða marknaðum, legðu hann afturat.
Samstundis vísir hann á, at hinvegin hevur Altjóða Hvalaveiðunevndin, IWC, ikki megnað at semjast um at umsita hval sum eitt tilfeingi, og av tí sama er handilslig hvalaveiða enn bannað.
– Hetta er tí, at nógv IWC limalond ikki meta hval sum eitt tilfeingi og tí forða tey fyri burðadyggari veiðu.
– Sostatt taka tey als ikki hval við í ST-heimsmálini fyri burðadygga menning, og samstundis skúgva tey rættindini hjá fólki at gagnnýta sítt egna tilfeingi, til viks
Poul Michelsen sigur, at tí skilir hann væl avgerðina hjá Japan um at fara burtur úr IWC, og hann er fegin um, at Japan er við sum eygleiðari í NAMMCO.
Og hann heldur samstundis, at nú er tíðin komin til at Føroyar endurskoða sína støðu, har vit eru ein partur av limaskapinum hjá Danmark í IWC.
– Vit vóna eisini, at Kanada og Russiska samveldið, sum í nógv ár hava verið eygleiðarar í NAMMCO, fara at fáa sær fullan limaskap í felagsskapinum, legði hann afturat.