Grindaboð: Umleið 100 hval

Grindin verður helst rikin til Sandavágs

Fyri løtu síðan varð boðað frá grind vestan fyri Koltur. Hetta var um 8 tíðina, fortelur politiið fyri í morgun. 

 

Finnbogi Midjord, sýslumaður sigur, at grindin verður mett at vera um 100 hval.

 

Bátar eru útkallaðir, og teir fara at reka grindina móti Vágum. Tað endar allarhelst við, at hon verður hildin til í Sandavági, sigur sýslumaðurin.