Grindaboð norðan fyri: Leita eftir hvalunum

– Tað síðsta eg fekk at vita var, at hon var á veg móti Viðareiði, sigur Jens Jensen, sýslumaður

Í morgun varð boðað frá grind norðan fyri. Onkur hevði sæð ein flokk á umleið 40 hval í Kalsoynni, av Trøllanesi.

 

Men eingin bátur var hjá henni. Tí flutti grindin seg og fór eystur eftir móti Kunoynni.

 

– Tað síðsta eg fekk at vita var, at hon var á veg móti Viðareiði, sigur Jens Jensen, sýslumaður.

 

Grindaformenn í Klaksvík hava sent ein bát út úr Hvannasundi fyri at vita, um man kann lofta henni.

 

– Vit gera einki við tað, fyrr enn vit hoyra aftur frá bátinum, sigur sýslumaðurin.