Fyrr í kvøld ljóðaðu grindaboð út fyri Rituvík.
Av politistøðini í Havn sigur vakthavandi, at talan var um bóghvítuhval.
– Kvinnan sum ringdi var ikki heilt vís, um talan var um grind ella um stórhval. Men í slíkum føri senda vit altíð onkran kendan á staðið, grindaforemenn ella patruljuvogn. Teir kundu skjótt staðfesta, at talan var um bóghvítuhval, sigur vakthavandi.
Bóghvítuhvalur sæst ofta nær landi, nærri enn grindhvalur. Sjálvt um hann sigst ikki at gera fólki nakað, so eigur tú at vera á varðhaldi, tí hann kann vera vandamikil og sæst mangan taka eitt nú fugl.









