Grindaboð aftur í kvøld - umhugsa at halda henni til

Farsóttarnevndin metir tað vera ráðiligt at halda grindini til

Fyri lítlari løtu síðani varð boðað frá grind við Presttanga vestanfyri. Nakrir bátar eru á veg út til hana, og sum skilst er hon stór.

 

Roknað verður við, at hetta er sama grind, sum varð funnin fyrradagin. Tá bleiv hon ikki hildin til, tí farsóttarnevndin mældi frá tí orsakað av koronustøðuni. Men tað er væl møguligt, at grindin verður hildin til í kvøld, hóast tað er nakað seint.

 

Finnbogi Midjord, sýslumaður, hevur tosað við farsóttanevndina, sum hesa ferð metir, at tað er ráðiligt at halda grindina til, av tí at smittan ikki er blussað upp aftur seinastu tveir dagarnar.

 

Grindaformenninir skulu geva sýslumanninum eitt preið um eina løtu, og so verður endalig avgerð tikin, um grindin verður hildin til, ella um bíðað verður til í morgin.