Grindaboðini í Suðuroy: Funnu ikki grindina aftur

Bátarnir, sum hava ligið við eini grind undir Suðuroynni, eru givnir at leita

Funnu ikki grindina aftur

 

Bátarnir, sum hava ligið við eini grind undir Suðuroynni, eru givnir at leita

 

Grindin, sum varð funnin undir Suðuroynni nú seinnapartin, er sloppin.

 

Tað var ein bátur, ið var farin at stima eftir nátungum, sum sá eina grind ein fjórðing eystur úr Flesini, norðaliga á Suðuroynni, eystanfyri.

 

Heilt nógvir nógvir bátar komu til grindina, sum gekk suðureftir ímóti Hvannhaga, men so kavaði hon og bátarnir sóu hana ongantíð aftur.

 

– Her eru so nógvir bátar, at var hon her um leiðir, hevði onkur havt sæð hana, men hon er horvin, siga grindamenn fyri info beint nú.


Hann sigur, at sostatt hava teir givið skarvin yvir, og teir eru nú á veg inn aftur.