Ein grind verður í hesi løtu rikin inn á Hvalba. Ein trolari fann grindina eystan fyri Suðuroynna og boðaði frá. Fleiri bátar fóru til grindina, sum verður rikin inn á Hvalba.
Úr Hvalba frætta vit, at raksturin gongur væl, og at talan er um eina hampuliga stóra grind.
Bæði bátar og vatnskutarar eru hjá grindini, sum gongur sútt og støðugt inn móti landi, sigur heimildarmaður okkara í Hvalba.