Grindabátar flotaðir

Gomlu grindabátarnir í Vági verða flotaðir 2. hvítusunnudag.

Gomlu grindabátarnir í Vági verða flotaðir 2. hvítusunnudag.

 

Síðstu dagarnar hava fólk gjørt bátarnar klárar, og fríggjadagin komu flestu grindabátarnir á Garðabrúgv. Har standa teir nú klárir at fara á sjógv, og ikki sørt at áhugi er fyri bátunum.

 

Ferðfólk, ið hava vitjað, hava nýtt høvið at hyggja at gomlu bátunum og fáa søguna.

 

Grindabátarnir fara á fjørðin 2. hvítusunnudag klokkan 9.00.