Tað vóru fólk, sum vóru til gongu á Viðoynni, sum sóu grind við kós ímóti Kunoyarnakki.
Tað segði Karl Johansen, sýslumaður, við Kringvarpið.
Hann segði, at tá bátar komu til grindina lá honum millum Borðoynna og Kunoynna. Hon var spjadd og springarar vóru uppi í. Men sýslumaðurin segði, at teir fingu sorterað springarar frá og fingu rakstur á grindina. Seinast sýslumaðurin frætti, vóru teir út fyri Múlanum á veg á Hvannasund við grindini.
Í Hvannasundi hava tey fullar kaggar, so um grindin er so stór, sum mett verður, einar 70-80 hvar, so væntar sýslumaðurin at hon verður koyrd við lastbilum til Klaksvíkar at býta.