Grind til næstan alla Eysturoynna

Grindin, sum legði beinini í Fuglafirði í gjár, var so stór, at hon var býtt til alla Eysturoynna uttan tann part, sum hoyrir til Sunda og Eiðis kommunur.

Tá liðugt var at drepa, lógu 267 hvalir deyðir á sandinum, og samanlagt vóru 1.891 skinn merkt í grindini.

Norðlýsið veit at siga, at av teimum 267 hvalunum, vóru 160 hvalir koyrdir til Eystur kommunu, Runavíkar kommunu, Nes kommunu og Sjóvar kommunu. Tað vil siga, at bara bygdirnar, sum hoyra til Sunda og Eiðis kommunur, fingu onga grind.

Grindin var funnin av landi tíðliga á morgni, og hon mátti goymast á fjørðinum áðrenn hon varð hildin til. Um níggjutíðina varð hildið ráðiligt at fara inn á sandin við henni og ein góðan tíma seinni var tað mesta deytt, skrivar Norðlýsið.

Blaðið skrivar eisini, at tað vóru 433 fólk í drápinum, 320 á landi og 113 í 33 bátum og drápspartarnir vóru eitt skinn.