Grind lagt beinini í Bø

Grindin, ið var funnin í Sørvágsfirði í morgun, hevur nú lagt beinini.

 

Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur, at hon bleiv rikin til Bíggjar og at drápið gekk væl.

 

Fyrst bleiv mett, at grindin lá um 20 hval, men tað vísti seg, at hon var eitt sindur størri. Endaliga talið er ikki ásett enn, men sabært sýslumanninum, so liggur hon um 40 hval.