Grind í Famjin

Sunnukvøldið doyði grind á umleið hálvthundrað hval í Famjin

Sunnukvøldið vóru grindaboð vestan fyri Suðuroynna. Bátar komu beinanvegin til grindina, og varð hon rikin á Famjin, har hon legði beinini einferð millum klokkan tíggju og ellivu.


Grindin telur umleið 70 hval og verður skorðin upp í Famjin og býtt út til alla oynna.


Fá sýsluskrivstovuni á Tvøroyri verður sagt, at seðlarnir koma út klokkan sjey mánamorgunin.og einki bendir á, at nakað føroyskt lið verður í næsta Europa Cup umfarinum.

Annan sunnudag verður ikki spælt í landskappingini í 1. deild. Tá verður fyrsti HM undankappingardysturin á skránni. Slovenia skal spæla móti Føroyum á Svangaskarði. Í hesi vikuni verður føroyska landsliðið úttikið. Bæði úttøkan og dysturin verða spennandi, so fótbóltshugaðu føroyingarnir nýtast ikki at keða seg. Tað er nóg mikið at tosa um og at gera metingar um!

jh