Í síðstu viku endaði ein grillveitsla á Isla Grande í syðra parti av Chili við drápi, og løgreglan í landinum hevur nú greitt nærri frá tí, sum hendi.
Sambært ávísini, La Prensa Austral, sum iLaks endurgevur, setti manningin á alibátinum, "Siviano", sær seinasta týsdag fyri at fara í land at grilla á strondini.
Talan var um seks fólk, tríggjar kavarar, kokk, skipara á bátinum og leiðaran fyri alibrúkinum, 30 ára gamli, Felipe Andrés Mancilla Arriagada, ið varð maðurin, sum varð dripin.
Manningin grillaði eitt hálvt lamb, drukku nakrar øl, vín og whisky.
Sum seinnaparturin leið, kom illstøða í millum leiðaran á alibrúkinum og ein av kavarunum, tí leiðarin hevði sagt, at hesin noyddist at fara til arbeiðis dagin eftir.
Kokkurin sigur, at hann gjørdist vitni til, at kavarin kom við einum knívi, og áðrenn leiðarin rættiliga megnaði at verja seg, varð hann stungin.
30 ára gamli, Felipe Andrés Mancilla Arriagada, doyði sambært chilensku ávísini sama kvøld, sum hendingin fór fram.
- Hin skuldsetti kavarin flýddi eftir strondini, men varð seinni um náttina handtikin av løgregluni, skrivar iLaks, sum endurgevur chilensku ávísina.











