Grill og summarsól

Ein bulmikil maður grabbar út eftir grilltongini. Við vandum rørslum rótar hann í reyða kolinum og fær sær ein ísakaldan slurk úr øldósini.


Í bakgrundini rokast konan við at bera ting út úr køkinum.., salat, borðbúnað, drykkivørur og tilhoyr av alskyns slag.

Og vit elska tað. Tí tað er so hugnaligt og summarsligt og grannasligt, …og eitt sindur skótasligt.


Seinastu árini hevur hetta við at matgera uttandura vundið alt meira upp á seg. Frá tí einføldu eingangsgrillini við pylsum og ketsjupp ein ljósan summardag á Leynasandi, til tann superútgjørda heilársútikøkin við alskyns krammi so sum terassuhitara, markisu, køksvaski og Webergrill.


Onkrastaðni harímillum man grilltilveran hjá flestu okkara liva. Óansæð hvussu tú velur at kokkast uttandura, hevur tað sína heilt serligu sjarmu at gera mat yvir opnum eldi.


Tað at grilla verður ofta sett í samband við traditionellu kynsleiklutirnar. Maðurin, sum trygt plantar seg við glóðheitu grillina, og konan, sum fresar aftur og fram millum køkin og útiborðið. Kanska tit skiftast onkuntíð í ár? Vónandi verður maturin á grillini ikki so traditionellur. Tí møguleikarnir fyri einari fantastiskari máltíð eru óendaligir og røkka nógv, nógv longri enn til danskar pylsur og flatfrystar burgarar.


Í summarblaðnum Barbeque koma vit næstan allan vegin runt um grillina. Tú lærir at grilla frá grundini, vit práta við grill-o-manar, og so fært tú nakrar av mínum yndisuppskriftum til grillmatarskránna.


Heitt og gott grillsummar.


Rigmor Dam