Grikska tingið samtykt spariætlan

Grikska tingið hevur í dag tikið fyrsta stóra stigið móti at samtykkja umstríddu spariætlanina, sum skal bjarga grikska búskapinum undan húsagangi.

155 atkvøður vóru fyri og 140 ímóti. Fimm atkvøddu ikki. Enn er spariætlanin tó ikki endaliga samtykt, tí í morgin skal spariætlanin til aðru og seinastu viðgerð. Tað skrivar danska vinnuheimasíðan EPN.

Spariætlanin fevnir um sparingar og einskiljingar fyri 78 milliardir evrur.

Tað er tó ikki heilt uttan stríð, at grikska parlamentið í dag samtykti ætlanina. Ein limur í flokkinum PASOK gekk móti flokkinum við at atkvøða ímóti ætlanini, við tí úrsliti at hann beint eftir atkvøðugreiðsluna varð koyrdur úr flokkinum. Fellur ætlanin upp á pláss, er eitt stórt fet tikið móti at Altjóða Gjaldoyragrunnurin kann koma við einum hjálparpakka til Grikkaland miðskeiðis í juli mánaði, soleiðis at vit kunnu sleppa undan grikskum statsbankarotti og evropeiskari fíggjarkreppu á hesum sinni, tó ikki upp á longri sikt.