Í kjalarvørrinum av, at flokkurin Demokratiski Vinstri um vikuskiftið tók seg úr stjórnarsamstarvinum, er grikska stjórnin umskipað.
Eftir í stjórnini eru konservativi Nýtt Demokrati og sosialistiski Pasok, sum tilsamans hava 153 av 300 sessum í grikska tjóðartinginum.
Forsætisráðharrin, Antonis Samaras, letur Yannis Stournaras halda fram sum fíggjarmálaráðharra, meðan Pasok-leiðarin, Evangelos Venizelos, verður varaforsætisráðharri og uttanríkisráðharri.
Á myndini síggjast Samaras og Venizelos.