Grikkar stika seg inni

Grikska stjórnin ætlar sær at stika fram við turkiska markinum fyri at forða flóttafólki at sníkja seg inn í landið. Ráðharrin, sum umsitur innflytaramál, Chtistos Papoutis, sigur, at Grikkaland kann ikki taka ímóti fleiri fremmandum, og tí noyðast myndugleikarnir at stika fram við markinum ímóti Turkalandi.

Tað 150 kilometrar langa markið millum Grikkaland og Turkaland er vorðið tann mest brúkta leiðin hjá flóttafólkum, sum sníkja sær inn í Evropasamveldið. Hildið verður, at umleið helmingurin koma tann vegin.

Tøl hjá griksku myndugleikunum vísa, at tíggju teir fyrstu mánaðirnar í ár vórðu meiri enn 32.000 fólk tikin, tá tey royndu at sleppa úr Turkalandi til Grikkalands. Men myndugleikarnir vísa á, at hetta talið umfatar bara góðar 12 av teimum 150 kilometrunum, sum markið er.