Grikkar og lánveitararnir samdir

Tað eydnaðist í gjár griksku stjórnini at fáa semju við ES og Altjóða Gjaldoyragrunnin um, hvørjar sparingar stjórnin skal fremja afturat fyri at lúka treytirnar fyri at fáa hjálp frá teimum báðum lánveitarunum.

Antonis Samaras, forsætisráðharri (myndin), sigur við fronsku tíðindastovuna AFP, at tað næsta takið verður at fáa tjóðartingið at taka undir við semjuni. Tekur tingið undir við semjuni, kann Grikkaland halda fram í evrusamstarvinum, samstundis sum landið fær hjálp til at koma burtur úr kreppuni.

Forsætisráðharrin legði ávarandi afturat, at vrakar tingið semjuna, verður ríkiskassin tómur í november, og so kann landið fara í upploysn, segði hann.