Grikkar fáa ongan pakka enn

Evrulondini eru so ósamd um tann næsta hjálparpakkan til Grikkalands, at avgerðin um at lata pakkan er úsett til næsta mánað. Ætlanin var annars, at fíggjarmálaráðharrarnir skuldu taka avgerð í næstu viku, og at málið síðani skuldi fyri fund hjá ríkis- og stjórnarleiðarunum, sum eisini verður í næstu viku.

Men Olli Rehn, kommiserur í búskaparmálum, sigur nú, at umboð fyri evrulondini fara at viðgera málið sunnudagin, og at tilmælið verður lagt fyri ráðharrarnar tann 11. juli. Grikkar hava framvegis bara fingið tann fyrsta partin av láninum, sum teir fingu tilsøgn um fyri einum ári síðani, men Olli Rehn sigur, at tað næsta útgjaldið verður væntandi avgreitt í næstu viku.

Í hjálparpakkanum, sum Grikkaland fekk tilsøgn um í fjør, vóru 110 milliardir evrur, men tað hevur víst seg at vera alt ov lítið.