Grikkaland rindar IMF-lán

Grikkaland hevur váttað, at landið fer at rinda altjóða gjaldoyragrunninum, IMF, tað avdragið, sum fellur til gjaldingar hósdagin í hesi vikuni.

Grikkaland hevur váttað, at landið fer at rinda altjóða gjaldoyragrunninum, IMF, tað avdragið, sum fellur til gjaldingar hósdagin í hesi vikuni.

 

Tað sigur IMF-stjórin, Christine Lagarde, eftir at hon hevur havt fund við grikska fíggjarmálaráðharran, Yanis Varoufakis.

 

Tilsamans er talan um 3,4 milliardir krónur, sum Grikkaland skal rinda IMF innan 9. apríl, og Varoufakis hevur váttað, at grikkar ætla at halda sínar gjaldstreytir.

 

Gitingar hava verið um, at Grikkaland møguliga fór at útseta afturgjaldingina, eftir at innanríkisráðharrin, Nikos Voutzis, herfyri hótti við tí, um altjóða samfelagið ikki vildi játta grikkum nýggj neyðlán. - Vit seta útgjald av pensjónum og lønum fram um alt annað, segði Voutzis.

 

Framvegis er galdandi, at Grikkaland er hótt av húsagangi, samstundis sum lánveitararnir - ES-nevndin, IMF og Europeiski miðbankin, ECB - hava fryst útgjøld av neyðláninum, til vinstrastjórnin í Athen er komin við ítøkiligum nýskipanum, sum var ein treyt fyri neyðláninum.

 

Líka síðani 2010 hevur grikski staturin verið fíggjaður av neyðláni, og so mikið illa stendur til, at keldur í griksku umsitingini vilja vera við, at um bara nakrar vikur, hevur Grikkaland ikki eitt oyra at rinda nakað sum helst við.