FIFA hevur nú slept suspenderingini av Grikkalandi í altjóða fótbólti. Tað var tann 3. juli, at FIFA tók drastisku avgerðina og útihýsti Grikkalandi frá øllum altjóða kappingum, tí politiski myndugleikin blandaði seg upp í fótbóltsviðurskifti í Grikkalandi. Síðani hevur verið arbeitt dúgliga í Grikkalandi við at sleppa upp í aftur fótbóltsfamiljuna, og tað hevur eydnast. FIFA kennir seg nú sannført um, at politiska uppíblandingin er steðgað, og Grikkaland sleppur nú aftur at taka lut í altjóða fótbóltskappingum.










