Grikkaland fingið nýggja stjórn

Formaðurin í grikska sosialistaflokkinum PASOK, Evangelos Venizelos (myndin), segði seinnapartin, at landið hevur fingið nýggja stjórn. Hann legði afturat, at ávísir smálutir eru eftir at fáa upp á pláss, og at øll ráðharrastørvini eru ikki mannað enn.

Hinvegin er greitt, at flokkarnir Nýtt Demokrati, Sosialistaflokkurin og Demokratiskt Vinstra standa aftan fyri ta nýggju stjórnina, segði Evangelos Venizelos við tíðindafólk, sum stóðu uttan fyri samráðingarhølið og bíðaðu.

Sum skilst skuldi formaðurin í Nýtt Demokrati, Antonis Samaras, fara til forsetan nú seinnapartin at boða honum frá, at landið hevur fingið nýggja stjórn.