Grikkaland fær meiri hjálp

Leiðararnir í teimum 27 ES-londunum samdust í gjárkvøldið um at lata Grikkaland fáa eina milliard evrur ella 7,5 milliardir krónur úr bygnaðargrunnum hjá ES fyri at fáa eitt sindur av ferð á búskapin, sum er sera illa fyri. Harafturat kunnu grikkar vænta at fáa fleiri milliardir evrur í láni afturat umframt ein nýggjan hjálparpakka tíðliga í næsta mánað.

Men hjálpin frá hinum londunum er ikki treytaleys, tí ES krevur, at fyrst skulu teir griksku politikararnir taka undir við sparikrøvunum hjá ES og Altjóða Gjaldoyragrunninum.

Tað eru evrulondini, sum skulu gjalda hjálpina til Grikkalands. Danmark skal ikki gjalda nakað, sigur Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, sum umboðaði Danmark á leiðarafundinum í Bruxelles í gjár.