Gribbar skulu finna lík

Týska løgreglan arbeiðir nú við einum nýggjum hugskoti í stríðnum móti kriminaliteti. Nú verða gribbar vandir upp til at finna lík, skrivar BBC. Teir tríggir fjøðurklæddu detektivarnir - ella gribbarnir - Miss Marple, Sherlock og Columbo, verða nú vandir upp í eini fuglapark í Norðurtýsklandi. Mett verður, at góða sjónin og góðu tevsansirnir kunnu gera teir førar fyri at liva upp til navnið - gribbur.

Týska løgreglan ætlar at brúka fuglarnar í royndini at finna burturgoymd lík, og mett verður, at gribbar eru betri egnaðir til at finna lík enn sporhundar - í øllum førum, tá talan er um stórar víddir og trupul landsløg.

Berliner Morgenpost skrivar, at ætlanin við gribbum til hetta endamál kortini reisir ein etiskan spurning, og hesin er, at fuglarnir kunnu koma at pikka í deyðu kropparnar.

Um dagarnar komu Miss Marple og Columbo úr einum djóragarði í Avstralia og til venjingarleguna norðan fyri Honover í Týsklandi.

Løgreglan vil hava tríggjar fuglar, tí sagt verður um gribbar, at teimum dámar best at fara um økini í felag.

- Áhugin fyri hesi ætlan er stórur. Gribbar kunnu nevniliga fara at vísa seg at vera nógv meiri effektivir enn sporhundar, sigur løgreglumaður í Hanover, Reiner Herrmann.