Greta Thunberg fær stóran heiður

Hon er tann yngsti, sum nakrantíð er vald til ársins persón

Stóra tíðarritið, Time, hevur nú valt 16 ára gomlu, Gretu Thunberg, til ársins persón, og hon er tann yngsti, sum nakrantíð fær hendan heiður.

Greta Tunberg er kend fyri at hava eggjað til eina heimsumfatandi rørslu við tí endamáli at fáa politikarar at taka veðurlagsbroytingarnar í álvara.

Tað byrjaði við, at hon – einsamøll – fór í verkfall úr skúlanum og setti seg framman fyri svenska Ríkisdagin við skeltum, har hon heitti á politikarar um at taka veðurlagsbroytingrnar í álvara.

Sum fráleið, løgdust fleiri afturat, og hesi skúlaverkføllini breiddi seg um allan heimin, eisini til Føroya.

Og í dag er talan um eina heimsumfatandi rørsla, sum alla tíðina er eftir politikarum og myndugleikum um at gera sítt til at minka um útlátið av veðurlagsgassi, og sjálv hevur Greta Thunberg hildið røðu fyri máttmiklastu politikarum úr øllum heiminum.

Og fyri hetta avrikið hevur stóra tíðarritið, Time, valt hana til ársins persón.

Tað er misjavnt, hvørja móttøku, hon hevur fingið, nógv fegnast um, at hon hevur megnað at fáa allan heimin til at seta kikaran á ein stóran trupulleika. Onnur halda, at hon verður misbrúkt til endamálið, og forsetin í Brasil hevur enntá kallað hana ein lortunga,