OL
Eftir at rógvikappingar upp undir Olympisku Leikirnar eru fingnar frá hondini, er nú endaliga staðfest, at Katrin Olsen og Juliane Elander Rasmussen eru kvinnurnar, ið skulu umboða Danmark og kapprógva í sonevnda lættvekts dupult scullara sínum í Bejing.
Hetta er greitt, nú nevndin í Danmarks Idræts-Forbund hevur tikið formliga avgerðina og útnevnt teir báðar rógvararnar.
Til OL í nýggjum báti
Olympisku Leikirnir verða sett í kinverska høvuðsstaðnum tann 8. august, og tá Katrin Olsen og Juliane Elander Rasmussen setast við árarnar í Beijing, er tað í einum nýggjum lættvekts dupult scullara.
Tær báðar tóku bátin í nýtslu nakað herfyri, men frammanundan skuldi báturin hava navn og doypast.
Hetta fór fram við eitt hátíðarhald í Danmark, og tað var ikki hvør sum helst, ið stóð gumma at bátinum.
Tá dópurin skuldi byrjað, trein ongin annar enn Alexandra, greivinna av Frederiksborg, fram á pallin. Tá stundin kom, tók hon – sum myndin eisini vísir – silvursteyp í hond og lat sjampanjuna renna, meðan hon bar fram nøkur góðynski.
Ikki heilt óvæntað fekk OL-báturin navnið Alexandra.
»Føroyskur« bátur
Hóast lættvekts dupult scullarin á ongan hátt er ein føroyskur kappróðrarbátur, kann á ein hátt sigast, at OL-báturin hjá Katrini og Julianu er føroyskur.
Hetta kemst av, at Føroya størsti banki, Eik Banki, stendur sum høvuðssponsorur hjá bátinum og hjá teimum báðum rógvarunum.
Á myndini sæst eisini, at navnið “Alexandra” er stavað við Eik-skriftini, ið bankin brúkar í sínum samskifti á marknaðinum.