Ógreitt um Watson kemur

Enn er ógreitt, nær Paul Watson kemur til Føroya – um hann kemur. Eftir at hava tosað við løgregluna í Havn í morgun, er einki prógv fyri, at Paul Watson sjálvur kemur henda vegin. Tað sigur Peter Thaysen, løgregluovasti. Hann sigur somuleiðis, at Brigitte Bardot eftir teirra upplýsingum framvegis liggur í Hetlandi.

Brigitte Bardot loysti annars í gjár og setti kós móti Føroyum, men noyddist at venda aftur vegna vánaligt veður.

Vit skrivaðu annars fyrr í morgun, at hetlendskir fjølmiðlar vildu vera við, at Brigitte Bardot síðani hevði sett kós í móti Føroyum enn einaferð, men nú sigur løgreglan í Føroyum, at Brigitte Bardot framvegis er í Hetlandi.

Har liggur eisini framvegis størra skipið Steve Irwin, sum hald varð lagt á í seinastu viku.