Greitt um René spælir

René Shaki Joensen bleiv testaður til venjing í kvøld

Føroyska liðið hevur í kvøld havt sína seinastu venjing undan HM undankappingardystinum móti Portugal í annaðkvøld. Einasta ivamálið á føroyska liðnum hevur verið René Shaki Joensen, men hann bleiv testaður í kvøld og hevur meldað seg kláran.

 

- Eg føli at okkurt er har, men eg klári væl at spæla við tí. Eg eri klárur, sigur René Shaki Joensen við in.fo í kvøld.

 

Lars Olsen, landsliðsvenjari, vil ikki siga hvør byrjar inni í morgin, men tað tykist sannlíkt at hetta verður liðið:

 

Føroyar (3-4-3)

Gunnar Nielsen - Odmar Færø, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson - Jónas Tór Næs, René Shaki Joensen, Róaldur Jakobsen, Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar, Gilli Rólantsson - Jóan Símun Edmundsson

 

Rás2 sigur frá dystinum, sum verður í annaðkvøld klokkan 19.45. Rás2 byrjar at senda frá klokkan 15 við upptakt til U21 landsdystin móti Danmark, sum byrjar klokkan 16. Eftir U21 landsdystin verður farið í gongd við A-landsdystin. Aftaná verður 3. Hálvleikur.