Ògreitt um blaðútberingina

Løgmaður heldur, at tíðarspurningurin hevur gruggað málið um stuðulin til blaðútbering á fíggjarlógini

FÍGGJARLÓGIN

Anfinn Kallsberg, løgmaður, dugir ikki at siga, hvar pengarnir, sum vóru ætlaðir til blaðútberingina á fíggjarlógini, eru blivnir av.
Fyrr í vikuni stóð at lesa um, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, hevði valt, í samráð við løgmann, at lata 1,9 mió. av sínari játtan sum stuðul til blaðútberingina. Landsstýrismaðurin greiddi frá, at peningurin varð funnin á egnum kontoum, men tað tá avtornaði vóru pengarnir ikki við í uppskotinum.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen, vísti á, at orsøkin til at stuðulin til blaðútberingina ikki kom við var, at uppskotið kom ov seint.
Bjarni Djurholm heldur orðini hjá Karsten vera undanførsla, og sostatt hava teir báðir hvør sína frágreiðing, sum ikki heilt samsvara.

Veit ikki
?Vit hava ongantíð fingið viðgjørt endaliga samlaða fíggjarlógaruppskotið við øllum landsstýrismonnunum, og tí dugi eg ikki at siga, hvar pengarnir eru vorðnir av, sigur Anfinn Kallsberg.
Løgmaður veit at siga, at tíðarfreistin hevur havt sína ávirkan, tí samgongan er so nýggj. Hann vísir samstundis á, at ynskini eru so mong frá landsstýrismonnunum, og tá avtornar er ymiskt, sum ikki var eftir upprunaliga ætlanini hjá landsstýrismonnunum.
?Tað er ein øgiligur kampur, tá fíggjarlógaruppskotið skal gerast, og ógvuliga ringt at finna eina semju. Tað snýr um raðfestingar, og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum skal eisini raðfesta, sigur Anfinn Kallsberg.
Sjálvur hevur Anfinn Kallsberg arbeitt nógv við málinum, og hansara fatan er eisini, at stuðulin eigur at verða latin. Løgmaður sigur, at stuðulin var ætlaður sum stuðul til útjaðaran.
?Eg vóni, at vit fáa hetta upp á pláss í viðgerðini av fíggjarlógini, sigur Anfinn Kallsberg.

Ikki í Landsbankan
Ætlaði skattalættin, sum er feldur í samgonguskjalið, verður til veruleika, sigur Anfinn Kallsberg.
?Hann er partur av einari politiskari avtalu, og tí verður hann til veruleikan, sigur løgmaður.
Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, sigur, at skal ætlaði skattalættin fremjast fyri 50 mió, so skulu hesir pengarnir sparast í teimum ymsu játtanunum. Óli Breckmann hevur fyri Sosialinum gjørt púra greitt, at um neyðugt verður farið í Landsbankan eftir pengunum.
Hesum er Anfinn Kallsberg tó ikki heilt samdur við.
?Tað er als ikki í lagi, at vit fara í Landsbankan eftir pengunum. Samgongan hevur gjørt av, at útreiðslurnar ikki skulu veksa meira enn inntøkuvøksturin, og har skulu vit finna pengarnar, sigur Anfinn Kallsberg.
Annars heldur Anfinn Kallsberg, at samgongan er sloppin væl frá sínum fyrsta fíggjarlógaruppskotið.
?Viðgerðin hevur verið væl betri í ár enn undanfarin ár. Eg vænti, at fíggjarlógarlógin verður samtykt stórt sæð sum hon, men onkrar justeringar verða nokk gjørdar, sigur Anfinn Kallsberg.