Greitt svar frá Johan Dahl

SAMRÁÐ Vinnunevndini hjá Løgtinginum vil nú hava fulla trygd fyri, at Arbeiðseftirlitið og Heilsufrøðiliga klára at halda lógina eftir at tey eru samanløgd í ein stovn

- Vit vilja hava fulla greiði á um Arbeiðseftirlitið og heilsufrøðiliga Starvsstovna klára at halda lógina, eftir at báðir stovnarnir eru lagdir saman.
Tað sigur Katrin Dahl Jakobsen, forkvinna í vinnunevndini hjá Løgtinginum.
Tí hevur vinnunevndin nú gjørt av at kalla Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, í samráð í nevndini, har hann til fulnar skal greiða frá samanleggingini.
Eftir ætlan verður samráðið hósdagin.
Tað elvdi til stóra misnøgd og nógv rumbul, tá ið landsstýrismaðurin í vinnumálum legði Arbeiðseftirlitið og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna saman í ein stovn, samstundis sum at játtanin varð munandi skerd.
Fakfeløg hava harðliga átalað avgerðina tí tey eru sannførd um, at avleiðingin verður, at eftirlitið við trygdini á arbeiðsplássunum verður skert.
Politiskt hevur tað eisini elvt til rumbul og fleiri fyrispurningar hava verið reistir í Løgtinginum.
Men Johan Dahl hevur alla tíðina tvíhildið um, at stovnarnir fara at klára at halda lógina og tað frágreiðingina hevur løgmaður góðtikið og hevur ikki verið sinnaður at gera meiri við tað.

Skulu í dýbdina
Men málið verður ikki slept so lætt hóast tað er viðgjørt fleiri ferðir og nú vil so vinnunevndin hava eina endaliga greiði á støðuni og tí er landsstýrismaðurin boðsendir at í samráð at greiða frá samanleggingini út í æsir.
Nú er málið reist fleiri ferðir í tinginum og landsstýrismaðurin hevur alla tíðina tvíhhildið um, at onki er at stúra fyri, hví er tað ikki nóg mikið?
- Tá ið fyrispurningar verða reistir í Løgtinginum, er talitíðin ógvuliga avmarkað og vit føla ikki, at málið er lýst til fulnar, sigur Katrin Dahl Jakobsen.
Tí eru tey í vinnunevndini ikki heilt trygg við støðuna, hóast hann hevur verið umrøddur fleiri ferðir.
Av tí sama vilja tey hava landsstýrismannin samráð at fara í dýpdina í málinum og at tráðspyrja hann um samanleggingina.
Katrin Dahl sigur, at endamálið við samráðnum er í høvuðsheitum at fáa landsstýrismannin at veita fulla fulla vissu fyri, at Arbeiðseftirlitið og Heilsufrøðiliga Starvsstovan fáa røkt sínar lógarásettu skyldur eftir samanleggingina og at hvørki arbeiðseftirlit ella matvørueftirlit verður verri enn tað hevur verið.
- Vit vilja hava fulla vissu fyri, at stovnarnir framvegis klára at halda lógina.

Tvinnir kostir
Er støðan ikki tann einfalda, at Løgtingið hevur samtykt at skerja játtanina og at landsstýrismaðurin hevur verið noyddur at seta tiltøk í verk fyri at fáa hana at halda?
- Tað er rætt at játtanin varð skerd. Men fyri tað skal lógin haldast. Og kann landsstýrismaðurin ikki veita okkum fulla trygd fyri hesum eru bara tveir kostir í at velja.
Annar kosturin er at broyta lógina um arbeiðseftirlit og matvørueftirlit so at tær verða lagaðar til játtanina hjá stovninum og tað er Løgtingið ikki sinnað til.
- Hin kosturin er at hækka játtanina so at stovnarnir verða førir fyri at halda lógina, sigur Katrin Dahl Jakobsen.
Hon sigur, at vinnunevndin hevur ikki tikið støðu til, hvat næsta stigið skal verða, kann landsstýrismaðurin ikki vátta, at stovnarnir klára at halda lógina.
Men hjá henni sjálvari er ongin ivi.
- Endamálið má verða, at so má játtanin hækkast so at tað ber til at halda lógina, sigur hon.

10
spurningar

Katrin Dahl Jakobsen, forkvinna í vinnunevndini hjá løgtinginum, sigur, at tá ið Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum verður í samráði í nevndini um Arbeiðseftirlitið og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, fær hann einar tíggju spurningar frá nevndini at svara um sjálva samanleggingina.
- Vit vilja hava at vita, hvørjar fyrireikingar vórðu gjørdar, áðrenn avgerðin um samanleggingina varð tikin og um alt økið viðvíkjandi arbeiðaravernd og heilsufrøðiligum eftirliti varð lýst út í æsir, áðrenn støðan varð tikin.
Nevndin vil eisini hava at vita um Johan Dahl hevur ráðført seg við Arbeiðsumhvørvisráðið, sum Katrin Dahl Jakobsen sigur, at hann eigur at gera, áðrenn ein so stór avgerð verður tikin.
Annars vil nevndin hava at vita, hvørjar fakligar grundgevingar, samanleggingin byggir á.
- Og so vilja vit sjálvandi hava greitt svar upp á spurningin um Johan Dahl kann tryggja, at tann samanlagdi stovnurin verður førur fyri at røkja allar sínar skyldur, sum hann hevur eftir lógini og eftir teimum altjóða sáttmálum, Føroyar hava bundið seg til at halda.
- Í hesum sambandi vilja vit eisini hava váttan fyri, at alt lógarkravt eftirlit og sýn á arbeiðsplássum, eisini verða framd eftir samanleggingina, so at virki og fyritøkur frameftir eisini kunnu verða góðkendar, sigur Katrin Dahl Jakobsen.