Ensku bløðini eru full av gitingum, hvussu verður við Michael Laudrup, antin hann heldur fram í Swansea ella fer til okkurt annað felag.
Fyrr í vikuni ljóðaði fyri vist, at Laudrup var minni enn nøgdur við pengarnar, hann fær at keypa nýggjar spælarar fyri, men so komu avsannanir frá bæði stjóranum í Swansea, Huw Jenkins, og frá Michel Laudrup sjálvum.
Men nú upp undir vikuskiftið eru røddir aftur frammi í ensku miðlunum, sum vilja vera við, at Laudrup fer frá Swansea í summar.
Hesar søgur hava fingið bein at ganga á, eftir at fyrsta valið til ein nýggja áleypara hjá Michael Laudrup, Iago Aspas, í staðin skiftir til Liverpool.
Umboðsmaðurin hjá Michael Laudrup, Bayram Tutumlu, vísir tó aftur søgunum, sum ganga í fleiri miðlum um, at Laudrup skal til týrkiska Fenerbache.
Tað er ónøgdin hjá Michael Laudrup við pengarnar, hann fær at keypa spælarar fyri, ið skapa sgurnar um, at hann fer til annað felag.