Ólavur í Beiti
Herfyri setti Jógvan við Keldu nakrar sera spískar og viðkomandi spurningar um sambandið millum land og kommunur, og vildi Jógvan við Keldu hava at vita, nær landskassin fór at rinda tær 70 milliónir krónurnar, sum er beinleiðis skuld til føroysku kommunurnar? Og hann vildi eisini vita, nær landsstýrið fór at taka upp fíggjarligu viðurskiftini millum land og kommunur í tíðarskeiðnum 1993-1999 og gjalda tað, kommunur hava gjørt íløgur í hesa tíðina í havnir, skúlar og heilsumiðstøðir, har partur er landskassaskuld til kommunurnar?
Og at enda vildi Jógvan við Keldu vita, um landsstýrið hevði ætlanir at greiða hesi skilaleysu viðurskifti, áðrenn umrøðuna á tingi um nýggjan kommunubygnað - ?álitið frá kommununevndini??
Gjørt íløgur uttan loyviÍ svari sínum í tinginum týsdagin, segði Karsten hansen, fíggjarmálaráðharri, at hann kendi einki til nakra uppgerð, sum vísir, at landskassin skyldar føroysku kommununum 70 mió. kr. Í landskassaroknskapinum fyri 1997 er heldur einki, sum týðir á, at landið skyldar kommununum hesar pengar.
? Avtalan í 1993 við donsku stjórnina í sambandi við bankabjargingina hevði við sær, at landskassin bant seg til ikki longur at veita stuðul til kommunalar íløgur. Hesum hava kommunurnar eisini vitað av, tí tær hava fingið noktandi svar uppá umsókn um stuðul, og tískil hava tær gjørt hesar íløgur vælvitandi um, at eingin stuðul fekst frá landskassanum.
? Eftir avtaluna við donsku stjórnina á sumri 1998 er eingin binding longur fyri landskassan viðvíkjandi stuðli til kommunalar íløgur. Tað, sum ávísir kommunalpolitikarar ynskja, er, at landskassin nú afturvirkandi skal veita stuðul til kommunalar íløgur framdar í tíðarskeiðnum 1993-1999, sigur Karsten Hansen.
Virkaði illa
Og víðari sigur Karsten Hansen, at gamla stuðulsskipanin, har kommunur kundu seta stórar íløgur í gongd, sum landskassin rindaði meginpartin av, virkaði sera illa. Skipanin førdi til vantandi kostnaðaransni og ov stórar og óneyðugar íløgur. Landsstýrismaðurin heldur, at ístaðin fyri at venda aftur til gomlu stuðulsskipaninar og veita kommunum stuðul fyri gjørdar íløgur, so er frægari at útgreina, hvussu hesi viðurskifti skulu verða frameftir.
? Tað, sum samgongan hevur sett sær fyri, er, at uttan mun til, hvussu kommunubygnaðurin verður frameftir í Føroyum, so er neyðugt at fáa eitt so greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur sum gjørligt. Hetta er eisini høvuðsboðskapurin í álitinum hjá kommununevndini, sigur Karsten Hansen at enda í svarinum til Jógvan við Keldu.