Greipuvenjarar eru bestir

Tveir útlendskir venjarar eru kosnir ársins bestu í føroyskum fótbólti í 2020.

Ársins venjarar í føroyskum fótbólti eru heiðraðir á Hotel Brandan í kvøld, har Miðlahúsið og FSF skipa fyri árliga tiltakinum, ið heiðrar ársins leikarar, venjarar og dómarar.

Ikki óvæntað eru tað teir báðir greipuvinnandi venjararnir, Jens Berthel Askou hjá HB-monnunum og Aleksandar Djordjevic hjá KÍ-kvinnunum, sum hava fingið heiðurin sum ársins venjarar.

Hetta er fyrsta árið, at Jens Berthel Askou er venjari í føroyskum fótbólti, og hann hevur fingið í posa og sekk. Hann hevur vunnið FM og steypakappingina, og er nú eisini ársins venjari.

Aleksandar Djordjevic varð eisini kosin ársins venjari í kvinnufótbóltinum í fjør. Hendan heiðurin vann hann eisini í 2008 og 2014.