ÍF-SÍ 3-1 (25-22, 21-25, 25-17, 25-18)
ÍF hevur vunnið greipuna í mansflogbólti í ár.
Hesum syrgdu fuglfirðingarnir fyri, tá teir í dag vunnu greiðan sigur á SÍ í steypafinaluni móti SÍ.
Fuglfirðingar vístu longu í fyrsta settinum, at teir vildu vera omaná, og hóast SÍ javnaði til 1-1, so nervaði hetta als ikki nýkosnu meistararnar, sum nú eisini eru greipuvinnarar.
Triðja settið setti ÍF veruliga ferð á. Teir trýstu sørvingarnar til at fremja fleiri mistøk, og fasta takið hildu teir eisini í fjórða settinum.