Stríðið um fíggjarlógina í USA fer sambært greining at kosta meira enn ta upphæddina, sum Trump forseti krevur til múrin á markinum til Mexico.
Stongsulin av amerikonsku stjórnarskipanini, sum nú fyribils er steðgaður, fer at kosta USA í minsta lagi seks milliardir dollarar.
Tað verður mett í greining frá krediraitingarfelagnum S & P Glopan Ratings. Tað skriva millum annað tíðindastovan dpa og bretska blaðið The Independent.
Greiningin kemur til ta niðurstøðu, at útreiðslurnar av stongslinum, sum í 35 dagar hevur lagt Washington lamnan og tikið lønina frá 800.000 almennum starvsfólkum, sannlíkt »verður størri enn væntað«
Fult yvirlit yvir fíggjarligu úrtreiðslurnar er ikki greitt enn.
Men greiningin metir, at samlaði prísurin verður um seks milliardir dollarar, svarandi til slakar 40 millardir krónur.
Útreiðslurnar kunnu soleiðis verða hægri enn tær 5,7 milliardir dollararnar – svarandi til 50 milliónir krónurnar, sum Donald Trump hevur kravt til fígging av einum marknamúri móti Mexico.
Stongsulin hendi eftir beiskt stríð um fíggjarlógina, har Kongressin og Trump ikki hava funnið semju um fíggjarlógina fyri 2019.
Demokratarnir, sum í januar fingu meirilutan í øðrum kamarinum í Kongressini (sum teir vunnu á valinum í heyst), hava noktað at atkvøða fyri eini fíggjarlóg við pengum til marknamúrin hjá Trump.
Leygarnáttina skrivaði Trump undir ein avtalu, sum stutt frammanudan varð góðkend í Kongressini, og sum gevur USA eina fyribilsfíggjarætlan fram til 15. februar.
Fyribils fíggjarætlanin steðgar stongslinum av almannaskipanini næstu tríggjar vikurar. Hesa tíðina skal Trump samráðast víðari við Kongressina um marknamúrin.
Forsetin hevur tó hótt við, at tað almenna kann steingja aftur tann 15. februar, um ikki tað eydnast at finna semju um endaligu fíggjarlógina.
– Vit hava ikki annað val enn at byggja ein sterkan múr ella stálverju móti Mexico. Um vit ikki fáa eina rímuliga avtalu við Kongressina, so steingir staturin aftur tann 15. februar, ella brúki eg mín rætt at fráboða eina tjóðarvanlukku, segði Trump í gjár.
/ritzau/