Tað stendur ikki væl til hjá Norðoya Sparikassa.
Tað vísir nýggjasta váðametingin hjá donsku greinarafyritøkuni Niro Invest.
Í kanningini liggur Norðoya Sparikassi á einum 88. plássi av 99 bankum, sum eru kannaðir.
Bankin er samstundis millum teir 19 bankarnir, sum liggja undir ásetta trygdarmarkinum.
Hóast Norðoya Sparikassi við øðrum orðum liggur í vandabólkinum yvir bankar, sum kunnu fara av knóranum, mælir greinarin, sum hevur gjørt kanningina, til ró.
- Eg haldi ikki, at tú kanst sammeta Norðoya Sparikassa við teir peningastovnarnar, sum eru farnir av knóranum seinnu árini. Bankin liggur í eini tryggari legu, enn tølini vísa, sigur Nicholas Rohde, greinari hjá Niro Invest, við Rás 2.
Greiningin hjá Niro Invest byggir á gomul roknskapartøl frá 2010. Hugt verður at 19 ymiskum variablum, sum geva eitt samlað stig. Liggur bankin omanfyri 450 er hann í vandabólkinum, og tað ger Norðoya Sparikassi, sum fær 462,5 stig.
Høvuðsorsøkin til, at Norðoya Sparikassi stendur seg so illa á listanum, er at bankin hevur ov lítlar inntøkur í mun til útreiðslurnar.
- Tey tølini vísa mær, at Norðoya Sparikassi eins og hinir smærru peningastovnarnir -fær fleiri og fleiri útreiðslur sigur Nicholas Rohde, sum millum annað vísir á, at dýra KT-umskipanin, tá Norðoya Sparikassi saman við hinum føroysku peningastovnunum skifti SDC, kostaði nógv og hevur ávirkað samlaðu myndina.
Allur listin yvir bankarnar sæst her.