Greinari: Stór bjargingarætlan hjálpir bløðandi SAS

Danska og svenska stjórnin hava givið tilsøgn um at stuðla bjargingarætlanini hjá SAS, sum skal tryggja níggju milliardir.

Flogfelagið SAS er hart rakt av koronukreppuni og tørvart níggju milliardir krónur í frískum kapitali.

Svenska og danska stjórnin eru størstu partaeigarar og hava báðar latið tilsøgn um at stuðla SAS, sum aftur tryggjar, at flogfelagið klárar seg ígjøgnum kreppuna.

Tað metir greiningarstjórin hjá Sydbank, Jacob Pedersen, eftir at SAS í dag hevur lagt fram eina bjargingarætlan.

– SAS stúrtbløðir í løtuni, tí flogførini ikki flúgva, og tapið, sum SAS skapar í løtuni, førir til skuld, sum felagið ikki kann liva við í framtíðini. Tí er tørvur á nýggjum pengum, sigur Jacob Pedersen.

– Tilsøgnin úr Svøríki og Danmar setir tvær strikur undir, at SAS er bjargað, tí eitt trygdarnet er spent undir felagið, sigur Jacob Pedersen.

Svenska stjórnin fer at skjóta upp fyri Ríkisdegnum, – svenska tinginum – at stuðla við 3,5 milliardum. Í Fólkatinginum er avtala gjørd um at stuðla við bjargingarætlan, men tøl eru ikki sett á.

Í seinasta roknskapinum – skeiði februar til apríl – misti SAS umleið 2,5 milliardir krónur.

Jacob Pedersen hevði sjálvur spátt, at SAS fór at tørva umleið sjeuy milliardir krónur, men er ikki ovfarin av, at upphæddin er nakað hægri.

– Um SAS skal koma ígjøngum 2021 og 2022, tá flogvinnan eisini er í kreppu, so eru nú pengar til at koma í gjøgnum hesa truplu støðuna.

– Tað verður helst leingi, áðrenn felagið fer at vinna pening afgtur, og tí velja tey at gera eina kapitaløking, sigur Jacob Pedersen.

Stjórnirnar í Svøríki og Danmark hava kravt, at nakrir av kreditorunum hjá SAS eisini vera partur av bjargingarætlanini.

Tað snýr seg millum annað um tey, sum hava lænt flogfelagnum pengar.

Nú standa fyri nýggjar samráðingar millum donsku og svensku stjórnina og kreditorarnar.

SAS væntar at kunna leggja fram smálutirnar um ætlanina síðst í mánaðinum.

/ritzau/

 

 

 

SAS ætlar at fáa umleið níggju milliardir í nýggjum kapitali. Flogfelagið er illa spert av koronukreppuni í løtuni. (Arkivfoto) - Foto: Lefteris Karagiannopoulos/Reuters