Við seinasta val datt Grein 19-nevndin burtur, og løgtingsformaðurin legði tí uppskot fyri løgtingið, um at velja Grein 19-nevndina av nýggjum.
Grein 19- nevndin hevur seinnu árini kannað 80-árini, og var komin væl áleiðis í arbeiðinum, undan valinum.
3 nýggir limir
Nevndin varð so vald av nýggjum og hevur nú 6 limir afturímóti 5 áður, og er nú eitt umboð fyri hvønn flokk í nevndini.
Nú nevndin skal skipa seg, er greitt, at hon skal hava nýggjan formann, tí Atli Hansen, sum var formaður, varð ikki afturvaldur við seinasta val og kann tí ikki sita í nevndini. Helena Dam á Neystabø, sum nú er í landsstýrinum, kundi heldur ikki veljast aftur í nevndina.
Skipast
Hinir tríggir sum sótu í nevndini, Jóannes Eidesgaard, Heini O. Heinesen og Jørgen Niclasen, eru allir afturvaldir, og nýggju umboðini eru Lisbeth L. Petersen, Jákup Sverri Kass og Jenis av Rana.
Á fundi í dag fer so nevndin at skipa seg við formanni og næstformanni, og skal so arbeiðið leggjast til rættis.