Í týsdagsblaðið okkara og tingsins røðarapalli seinnapartin týsdagin, skeyt Anfinn Kallsberg upp, at vit í staðin fyri at skoyta grein 266 b upp í revsilógina, heldur broyta verandi revsilóg okkara soleiðis, at grein 14 í mannarættindasáttmálanum beinleiðis verður sett í revsilógina.
Grein 14 í mannarættindinasáttmálanum sigur soleiðis:
“Nydelse af denne konventions anerkendte rettigheder og friheder, skal sikres uden forskel på grund af køn, race, farve, sprog, religion, politisk eller anden overbevisning, national eller social oprindelse, tilhørsforhold til et nationalt mindretal, formueforhold, fødsel eller ethvert andet forhold”.
– Hetta er tað, sum Føroya Løgting í 1995 bant seg til at halda í eini altjóða samtykt og hetta er tað, vit eiga at innføra í eina revsirættarlóg í Føroyum, segði Anfinn Kallsberg í tinginum týsdagin.
Sigur onki um samkynd
Anfinn Kallsberg legði somuleiðis dent á, at í hesi grein stendur onki um seksuella orientering, men at greinin kortini innibar, at eitthvørt menniskja sambært hesum hevði rætt til at verða virt líkamikið hvat.
– Hetta átti ikki at verið ein trupulleiki at innført, tá bæði Føroya Løgting og danska Fólkatingið hava samtykt henda millumlanda sáttmála, sigur Anfinn Kallsberg.
Vísir tað seg tó, at hetta verður ein trupulleiki, so hevur Anfinn Kallsberg ein annan møguleika kláran.
– Hin møguleikin er rætt og slætt at yvirtaka revsilógina, tí tað kunnu vit gera uttan hóvasták við yvirtøkulógini í hondini, segði Anfinn Kallsberg við Sosialin týsdagin.
Løgfrøðingurin Halgir Winther Poulsen er tó ikki heilt samdur við Anfinn í hesum. Hann ivast í, um tað ber til at so serstaka revsilóg galdandi bara fyri Føroyar.
– Eg meti heldur ikki tað er sambarligt at seta eina anti-diskriminatión í revsilógina, og at tað ber á mál, sigur Halgir Winther Poulsen.
Dómarnir avgerandi
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, hevði eisini orðið í tinginum týsdagin. Hann segði um uppskotið hjá Anfinni, at hann skilti hann væl hansara tankar við uppskotinum, men vísti til grein í Sosialinum fríggjadagin hjá Halgir Winther Poulsen, løgfrøðingi.
– Tað eru dómarnir aftanfyri hesa grein, sum eru áhugaverdir. Dómarnir eru rættarkeldan og ískoyti til sáttmálan, og tað eru teir, sum eru áhugaverdir í hesum samanhanginum, vísti løgmaður, Jóannes Eidesgaard á.