Grein 13 kanningar byrja aftur

Teir komandi dagarnar fer løgreglan at gera tær sonevndu grein 13-kanningarnar.

Byrjað varð í roynd og veru í gjár, og verða tær gjørdar á ymiskum støðum og á ymiskum tíðum kring alt landið.

Endamálið við kanningunum er í fyrstu syftu at fáa tey ferðandi at sita í trygdarbelti. Við eitt líknandi átak í fjør fingu 171 bilførarar bót fyri ikki at brúka trygdarbelti.

- Hetta var munandi minni tal enn í 2005, tá 558 bøtur vórðu skrivaðar, sigur løgreglan. Árið fyri var talið 267 bøtur.

Kanningarnar avdúka eisini, at nógvir bilførarar ikki hava koyrikortið við sær. Tey seinastu trý árini hevur talið av bótum fyri hetta lógarbrotið verið ávikavist 59, 104 og 121. Somuleiðis eru nógvir bilførarar hvørs ljós ikki eru í lagi.

Í seinnu helvt av juni verða hagtølini fyri hetta átakið kunngjørd.