Greiður sigur í Hoyvíkshøllini

Toppur og botnur í FTZ-deildini hittust í Hoyvíkshøllini í kvøld.

Toppur og botnur í FTZ-deildini hittust í Hoyvíkshøllini í kvøld.

 

Hoyvíkingar, sum eru ósigraðir í bestu mansdeildini í ár vunnu eisini dagsins dyst, sum var ímóti botnliðinum í FTZ-deidlini, Team Klaksvík. Úrslitið gjørdist 31-23 til hoyvíkingar.

 

Tað gingu fimm minuttir til fyrsta málið kom, og tað fingu hoyvíkingar. Men klaksvíkingar svaraðu aftur beinanvegin. Men so kom ferð áskotriðurnar hjá hoyvíkingum, sum komu upp á 7-1, áðrenn klaksvíkingar minkaðu um munin til 7-2. Hálvleiksstøðan var 15-9 til hoyvíkingar.

 

Í seinna hálvleiki øktist munurin millum liðini. Men í tveimum umførum megnaðu klaksvíkingar at minka um munin við at skjóta fýra mál upp í slag. Men málmurin var kortini so mikið stórur, at hetta ikki nervaði støðuna hjá hoyvíkingum.

 

Dysturin endaði 31-23 til H71.

 

Toppskorarar hjá H71 vóru:

 

Oddur Bech 6 mál

Peter Krogh 5 mál

Helgi Hoydal 4 mál

Hans Kári Hansen 4 mál

 

Topskorarar hjá Team Klaksvík vóru:

 

Sámal á Tjaldrarfløtti 8 mál

Hanus Norðberg 5 mál

Niels Viggo Niclasen 4 mál

 

Dómarar vóru Alexandur Johansen og Niclas Niclasen. 100 áskoðarar vóru til dystin.

 

Næsti dystu hjá H71 verður ímóti Kyndli hóskvøldið. Kyndil vann eisini sín trupula dyst í dag, sum var ímóti VÍF. Sama kvøld fær Team Klaksvík vitjan av Neistanum, sum eisini hevur havt eina trupla byrjan.

 

Í Kollafirði møttust KÍF og Neistin. Tann dystin vann KÍF 23-20.

 

Støðan í FTZ deildini er nú:

Nummar

Lið

Dystir

V.m.

T.m.

Munur

Stig

1

H71

4

113

86

27

8

2

KÍF

4

91

74

17

6

3

VÍF

5

129

129

0

6

4

Kyndil

5

134

135

-1

4

5

StÍF

3

78

76

2

2

6

Neistin

3

68

75

-7

2

7

Team Klaksvík

4

87

125

-38

0