Fótbóltur
Eftir vónbrotið í fjør ganga fólk kring Sundalagið nú og droyma um at gera øvugta kynstrið. Altso at EB/Streymur hesa ferð skal liggja í bakhjólinum fyri síðani at yvirhála fremstu liðini á sjálvari málstrikuni.
Fortreytirnar eru í øllum førum til staðar, nú EB/Streymur er seks stig aftan fyri bæði NSÍ og B36. Og við heimadystum til góðar móti báðum oddaliðunum kunnu teir á samansetta liðnum sjálvir syrgja fyri, at talan verður um óvanliga spennandi endaspurt.
Sunnudagin var tað Skála, sum stóð fyri tørni, og her hevði heimaliðið ikki teir heilt stóru trupulleikarnar.
Fyrstu løtuna settu vertirnir seg á tað mesta, og teir skaptu eisini nakrar møguleikar. Hol kom eisini á, tá Hanus Eliasen varð feldur í brotsteiginum. Sorin Anghel tók sær av brotssparkinum, og restina av fyrra hálvleiki royndu teir at trýsta.
Tó at trýstið ikki alla tíðina var eins stórt, so helt leikgongdin sær eisini eftir steðgin. Tað gekk tó hálvur tími av seinna hálvleiki, áðrenn Hans Pauli Samuelsen kundi beina spenningin burtur, tá hann av brotsteigarmarkinum sendi leðrið í netið. Og so vóru eisini betri ráð at flenna, tá Rafal Kwiecinzki fyri opnum máli sendi bóltin á stólpan, heldur enn at rulla í netið.
Berjast fyri heiðursmerkjum
Sigurin ber fyrst og fremst við sær, at EB/Streymur heldur tørn við HB í dystinum um bronsukrónurnar. Men ein avleiðing av hesi kapprenning er so, at munurin fram til oddin enn eina ferð minkaði.
Hesin er nú seks stig, og um tvær vikur kann EB/Streymur sjálvt syrgja fyri, at í øllum førum annað av oddaliðunum kemur nærri. Tá kemur NSÍ nevnliga á vitjan, og kann EB/Streymur eisini vinna ta uppgerðina, røkist fyri einum endaspurti, ið kann verða munandi meira spennandi, enn tey flestu mundu gruna fyri bara tveimum vikum síðani.
Hjá Skála tykist árið hinvegin enda í ongamannalandi. Niðurflytingarvandin er sum so rættiliga fjarður, og tað sama má so eisini sigast um heiðursmerkini, sum tey á Skála neyvan droyma um í ár.









