Greiddu frá verkætlanini í Marknagili

Tað var rættiligur hátíðardámur í Marknagili í dag, tá landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, loysti fyrsta flagið fyri Føroya størstu byggiverkætlan nakrantíð.

Við einum haka, sum hann sjálvur hevur gjørt við hjálp frá næmingum á Tekniska skúla, loysti landsstýrismaðurin fyrsta flagið. Symbolskt fyri teir tríggjar skúlarnar – Studentaskúlan, Handilsskúlan og Tekniska Skúla – skar hann flagið í tríggjar partar.

Tiltakið hevði stóran áhuga, tí rættiliga nógv fólk var komið saman við Handilsskúlan, har frálíka kórið í Hoydølum legði fyri við at syngja nakrar vakrar sangir.

Eftir sang, røður og løtuna, tá Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevði loyst fyrsta flagið. var opið hús í matstovuni á Skúlaheiminum, har borðreitt var við frálíkum pinnamati og drykkjuvørum.

Teir báðir donsku arkitektarnir, Bjarke Ingels og Finn Nørkjær, frá BIG – sum stendur fyri Bjarke Ingels Group – greiddu frá, hvørji hugskot og tankar liggja aftan fyri stóra skúladepilin. Eitt nú greiddu teir frá hvussu teir hava hugsað teir tríggjar skúlarnar saman, og hvussu føroyska náttúran og frálíka útsýnið úr Marknagili yvir høvuðsstaðin, Nólsoyarfjørð og Nólsoynna er hugsað inn í heildarupplivingina av at verða í bygninginum.

- Eingin ivi er um, at tað fysiska lestrarumhvørvið verður sera spennandi, bæði fyri næmingar og lærarar at virka í.

Tað heldur Landsverk, sum er byggiharri í hesi verkætlan.

Samlaða fíggjarætlanin fyri verkætlanina er 515 miljónir krónur við innbúgvi og øðrum, og pláss verður fyri umleið 1.300 næmingum. Eftir ætlan skal skúlin, sum verður 19.500 fermetrar til støddar, takast í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2016.

Teir báðir donsku arkitetktarnir, Finn Nørkjær og Bjarke Ingels frá heimskendu arkitektafyritøkuni - BIG - vóru sjálvandi hjástaddir undir hátíðarløtuni í Marknagili, og á myndini er tað høvuðsarkitekturin hjá BIG, Bjarke Ingels, sum greiðir frá, hvussu verkætlanin er gjøgnumhugsað og teknað.

- Tað er Finn Nørkjær, arkitektur, sum hevur høvuðsábyrgdina av verkætlanini vegna BIG. Hann arbeiddi fleiri mánaðir í Føroyum, eftir at fyritøkan hevði vunnið kappingina um at tekna skúladepilin. Bjarke Ingels og Finn Nørkjær eru báðir sera vælnøgdir við, at verkætlanin, sum teir hava lagt so nógva orku í, umsíðir gerst veruleiki, sigur Landsverk.