Greiddu aftur skylduna

Annan dagin á rað eydnaðist Stjørnuni at fáa fult, og annan dagin á rað var talan um ikki so øgiliga sannførandi avrik

Hondbóltur

Tað hevur verið sagt fleiri ferðir í heyst, at Stjørnan helst hevur breiðasta og sterkasta kvinnuhópin í landinum.
Tað er kanska heldur ikki nøkur lygn sum so, men hendan breiddin slapp so veruliga at standa sína roynd um vikuskiftið. Tveir dystir uttan Joan M. Djoredjevic og Alinu Olaru vóru á skránni, og tó at hesir vóru móti liðum, sum á pappírinum ikki skuldu givið teir øgiligu trupulleikarnar, so var saknurin sjónligur.
Men tað eydnaðist so eisini sunnudagin at fáa týdningarmiklu stigini til høldar. Serliga fyri steðgin tóktust tær á heimaliðnum sannførandi, og eitt skifti var líkt til, at VÍF veruliga skuldi fáa at vita.
Men eins og leygardagin, so eydnaðist ikki heimaliðnum at halda dampinum uppi allan vegin. Tað munaði sjávlandi væl, at Ioana Rápa fyri tað nógva varð hildin burtur frá álopsspælinum hjá VÍF, men spakuliga fingu gestirnir tó minkað um munin. Men nærri enn tveimum málum sluppu tær tó ikki. Stjørnan fekk aftur nakað av ferð á seinastu løtuna, og eftir at tær aftur høvdu økt í 26-22, var avgerðin follin.
Og við teimum báðum sigrunum um vikuskiftið slapp Stjørnan sær eisini aftur á oddasessin, har tær tó enn eru javnar við VB, sum tó hevur leikt ein dyst fleiri.

Fakta um dystin
Stjørnan-VÍF 27-24 (18-11)
Málskjúttar
Stjørnan: Annika Ljósstein 7(6), Katarina Stepanov 6, Beinta Joensen 5, Una Olsen 3, Anna Kristina Samson 2, Bára S. Klakstein 2, Louisa Andreasen 2
VÍF: Ioana Rápa 12(2), Alis Høghamar 6, Kirstin Helgadóttir 2, Linda Johannesen 1, Finngerð Joensen 1, Eyðritt Andreasen 1
Brotskøst: Stjørnan 8, VÍF 2
Útvísingar: Stjørnan 6, VÍF 5
Diskvalifikatión: Stjørnan 1 (3X2 minuttir)