Nú skulu vit hava greiðari ásetingar fyri, hvussu vit skulu fara við okkara djórum, og, hvussu djóramisrøkt, og djórapínsla, skulu revsast.
Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur sett ein arbeiðsbólk at endurskoða djóraverndarlógina.
Annars hevur Sonja Jógvansdóttir, tingkvinna, lagt uppskot fyri Løgtingið um at fáa djóraverndarlógina endurskoðaða.
Men landsstýrismaðurin sigur, at hetta er eitt arbeiðið, hann longu hevur sett sjøtul á, men hann ivast ikki í, at arebeiðið, hann hevur sett í verk, og uppskotið hjá løgtingskvinnuni, kunnu samansjóðast.
Tí mælir hann Løgtinginum til at samtykkja uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir.
Hann vísir á, at Djóraverndarlógin er 30 ára gomul og tá sigur tað seg sjálvt, at hon eigur at vera endurskoðað, tí hugburðurin til djór, og djóravælferð, er munandi broyttur hesi árini.
- Fyrr varð mest hugsað um seyð, neyt, og onnur nyttuddýr, men í dag hava vit eisini kelidýr. Men vit hava eisini grind, og tað er sanniliga eisini ein partur av djóraverndarøkinum, leggur hann afturat.
Bólkurin, Poul Michelsen hevur sett at endurskoða djóraverndarlógina er mannaður við umboðum fyri Vinnumálaráðið, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, landsdjóralæknan.
- Eg haldi at eitt fáment nevnd arbeiðir skjótari enn ein stór nevnd.
Men harumframt eru bólkar, sum verða hoyrdir, og tað eru ikki so fáir, tí vit hava eini 12-13 felag í Føroyum, sum fáast við djór og djóravernd, umframt løgreglan og onnur, sigur Poul Michelsen.