Greiðari mannagongdin fyri sparikassagrunnar

Joen Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur lagt fram á ting uppskot til samtyktar um at gera ymsar mannagongdir greiðari, tá grein 19 nevndir verða settar

Joen Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur lagt fram á ting uppskot til samtyktar um at gera ymsar mannagongdir greiðari, tá grein 19 nevndir verða settar

 

Uppskotið til samtyktar um frágreiðing frá § 19 nevndini um kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum er soljóðandi:

 

  • Løgtingið tekur til eftirtektar viðløgdu frágreiðing frá nevndini, sum sambært § 19 í stýrisskipanarlógini varð sett at kanna alment umvarðandi viðurskifti í sambandi við virksemið hjá Eik Grunninum og eftirlitinum við grunninum.
  • Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot soleiðis, at stig kunnu verða tikin til, at vit ikki endurtaka óhepnar mannagongdir og avleiðingar, sum hava verið av Eik-grunsmálinum.

 

Í viðmerkingum til uppskotið sigur Joen Magnus Rasmussen soleiðis:

 

»8. mai 2014 legði landsstýrismaðurin í vinnumálum fram uppskot um at seta eina § 19 nevnd at kanna virksemið hjá Eik Grunninum og eftirlitinum við grunninum í tíðarskeiðnum 2002 – 2010.

 

Málið fekk 1. viðgerð 9. mai 2014 og varð síðani beint í Vinnunevndina.

 

2. viðgerð var 28. mai 2014, við einum broytingaruppskotið frá Vinnunevndini soleiðis, at endaliga samtyktin gjørdist soljóðandi:

 

”Løgtingið samtykkir at seta trýmanna tingnevnd sbrt. stýrisskipanarlógini § 19 at kanna alment umvarðandi viðurskifti í sambandi við virksemið hjá Eik Grunninum í tíðarskeiðnum 2002 – 2010, og eftirlitinum við grunninum í tíðarskeiðnum 2002 til mai 2014. Arbeiðssetningurin fevnir ikki um agamáls- ella revsirættarviðurskifti hjá einstaklingum.”

 

Uppskotið varð samtykt við 31 atkvøðum fyri, ongari ímóti og ongari blankari.

 

Í viðmerkingunum til uppskotið verður sagt, at høvuðsmálið við kanningini er at fáa til vega neyðugar upplýsingar soleiðis, at stig kunnu verða tikin til, at vit ikki endurtaka óhepnar mannagongdir og avleiðingar, sum hava verið av Eik-grunsmálinum.

 

Nevndin hevði sín seinasta fund í august 2015, og seinni í sama mánaði var kanningin løgd fram alment í prentaðum líki.

 

Nevndin hevur í frágreiðingini víst á fleiri veikleikar í lógarverkinum og er í hesum sambandi komin við tilmæli til lógarbroytingar. Víst verður í hesum sambandi til tilmæli nevndarinnar undir pkt. I.6:

 

“§ 19 nevndin mælir til, at lógarreglurnar um sparikassagrunnar og eftirlit við teimum verða endurskoðaðar, og at lóg um vinnurekandi grunnar verður dagførd soleiðis, at spurningar um konsernviðurskifti, eftirlit og skyldu altíð at arbeiða fyri grunsins besta verða greiðari.

 

Mælt verður til,

· at lóggáva um sparikassagrunnar verður gjørd greiðari fyri at sleppa undan misskiljingum og skeivum tulkingum,

 

· at sparikassagrunnar koma undir meira útgreinað eftirlit, og møguliga somu høvuðslóg- gávu sum bankar í tann mun, tað er gjørligt og relevant,

 

· at sparikassagrunnar eiga at koma undir sama eftirlit sum bankin í fíggjarsamtakinum,

 

· at eftirlitið við sparikassagrunnum verður styrkt,

 

· at hesar skerpaðu reglur eisini verða settar í verk fyri onnur stór fíggjarsamtøk, sum eru skipað eftir øðrum reglum enn vinnugrunnalóg og lov om finansiel virksomhed,

 

· at lóggáva um ikki-vinnurekandi grunnar eisini verður gjørd

 

§ 19 nevndin ásannar, at tað hevur verið torført at fáa allar ynsktar upplýsingar til vega í kanningararbeiðnum, tí mál um peningastovnar eru undir donskum lóggávuræði. Tær lógir, sum geva møguleika fyri innlit í slík mál, geva eftir danskari meting ikki § 19 nevndini rætt til innlit í slík mál.

 

§ 19 nevndin er ikki samd í hesari meting og mælir til at skapa greiðari lógargrundarlag fyri at tryggja, at § 19 nevndir í framtíðini eisini fáa møguleika fyri innliti í skjøl hjá donskum myndugleikum, sjálvt um talan er um málsøki, sum ikki eru yvirtikin.

 

Harafturat verður mælt til at umhugsa lóggávu, sum skapar grundarlag fyri at seta aðrar serligar kanningarnevndir. Í hesum sambandi kann verða víst til danska lóggávu um serligar kanningarnevndir, “Lov 1999-06-02 nr. 357 om undersøgelseskommissioner”.«

 

VIÐ AT TRÝSTA HER ber til at lesa kanningina av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum